Upptøka: Kringvarp Føroya

Jenis: Hjúnabandslógin týdningarmiklari enn nýskipanin av fiskivinnuni


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Sverri Egholm

16.02.2017 - 00:08

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Á Fiskvinnutinginum, sum var á skránni í Klaksvík í kvøld, var eisini komið inn á hjúnabandslógina.

- Orsøkin til at vit ikki vilja vera við er, at vit eisini vilja tosa um hetta málið (Hjúnabandslógina, red). Um allan politikkin, og tað er ger man um man kemur í samgongu, segði Jenis av Rana, formaður fyri Miðflokkin.

Er hjúnabandslógin orsøkin til, at tit ikki sita við fiskivinnuborðið, spurdi Ólvua Zachariasen, orðstýrari.

- Ja, tað er orsøkin, segði Jenis av Rana.

- Hetta (Hjúnabandslógin, red) er so týdningarmikið fyri Miðflokkin. Týdningarmiklari enn fiskivinnunýskipanin og pensjónskipanin og alt, segði hann.

Videobrotið omanfyri er frá Kringvarpi Føroya. Fiskivinnutingið varð sent beinleiðis í útvarpinum og sjónvarpinum.

Síggj alt kjakið á kvf.fo her