Jenis vónar at politakarar eru djarvir 7. februar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Høgni Midjord

21.01.2018 - 18:38

Tíðindi >

Málið um at loyva læknum at geva sjúklingum medisinskt kannabis, kemur til 1. viðgerð í tinginum tann 7. februar.

Jenis av Rana, løgtingslimur, hevur lagt uppskotið fram.

Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Sirið Stenberg, heldur tað vera óheppið, at danska fólkatingið nú hevur samtykt einari royndarskipan, ið loyvir medisinskum kannabis. Hon vil ikki mæla tinginum frá at samtykkja uppskotinum hjá Jenisi, men mælir til at vit brúka verandi møguleikar fyrst. Hetta ber Kringvarpið fram í dag.

Jenis av Rana, ið bæði er løgtingslimur og royndur lækni, vónar at tinglimirnir, ið skulu atkvøða fyri málinum, er djarvir, tá ið teir skulu velja.

Hóast talan er um eitt mál, ið ein andstøðuflokkur leggur fram, er tað ikki óhugsandi, at samgongan stuðlar. Samgongan er, sum øllum kunnugt, tengd av øðrum flokkum enn flokkunum í samgonguni, tá ið mál skulu stemmast ígjøgnum. Og við at stuðla Jenisi og Miðflokkinum í hesum, eru helst møguleikar fyri, at samgongan hinvegin fær stuðul frá Jenisi í øðrum málum, ið samgongan leggur fram.

Les eisini: Sirið Stenberg: Læknar kunnu geva medisinskt kannabis