Mynd: Tróndur Dalsgarð

Jenný Kragesteen: Eg føli meira trýst á mær



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

05.10.2017 - 12:06

Mentan > Mentan > Tónleikur

Jenný Kragesteen er nýggi spírin í føroyska tónleikaraumhvørvinum. Hon varð tilnevnd ársins songkvinna til FMA 2017, og bólkurin hjá henni, Frum, varð somuleiðis tilnevndur ársins nýggi tónleikabólkur.

Í Ó-blaðnum, ið júst er komið á gøtuna, sigur 23 ára gamla havnardaman, at nú liggur eitt ávíst trýst á henni, tá hon gevur sangir út. 

- Tá tú fyrst gevur nakað út sum óskrivað blað, er eingin, ið væntar nakað av tær, og tá er tað eitt sindur lættari. Nú noyðist eg líka at fordjúpa meg eitt sindur meira og hugsa meg nakrar eyka ferðir um, tí eg føli meira persónligt press á mær, ikki tí, at nakar annar uttan eg sjálv pressi meg. So vil eg eisini, í mestan mun vera loyal í móti mær sjálvari. Men eg arbeiði alla tíðina við onkrum, sigur Jenný Kragesteen.

Brotið er frá greinini í Ó-blaðnum “Forvitni er drívmegin”.