(Mynd: Jensina Olsen)

Jensina við nýggjum barnasendingum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

10.02.2018 - 16:01

Mentan > Mentan > Barna- og ungdómsmentan

Vælumtóktu barnasendingarnar hjá Jensinu Olsen verða eftir øllum at døma skjótt at síggja aftur. Talan er um sendingina HEY!, sum hesaferð verður eitt sindur annarleiðis, sigur Jensina Olsen: 

- Eg eri byrjað at skriva. Tað verður HEY! aftur, men hesuferð við ljóðførum og tónleiki sum tema í staðin fyri djór. 

Byrjað verður at taka upp síðst í apríl mánaða, leggur Jensina afturat.