Jóanis Erik Køtlum nýggjur sjúkrahússtjóri

Tíðindaskriv

30.11.2017 - 14:22

Tíðindi >

Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg, hevur gjørt av at seta Jóanis Erik Køtlum í starv sum nýggjan sjúkrahússtjóra á Landssjúkrahúsinum og forstjóra fyri Sjúkrahúsverkið.

Jóanis Erik Køtlum er 51 ára gamal og hevur útbúgving sum Cand. Merc. í búskaparfrøði við fíggjarstýring sum sergrein frá Copenhagen Business School.

Jóanis Erik hevur drúgvar arbeiðs- og leiðsluroyndir á strategiskum støði innan sjúkrahúsverk, m.a. sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum, deildarstjóri í Heilsumálaráðnum, virkandi aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, og sum stjóri fyri grønlendska heilsuverkið. Jóanis Erik Køtlum hevur umvegis sínar royndir sera stórt innlit í sjúkrahúsverkið og tær avbjóðingar, sum liggja fyri framman í sambandi við, at fráboðað tiltøk í Menningarætlanini skulu setast í verk.

Jóanis Erik Køtlum tekur við starvinum tann 1. januar 2018.