Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Jóannes Bjartalíð: Sum at spæla ímóti einum heilt øðrum liðið

Agnar Frederiksen

07.07.2017 - 11:15

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Eftir ein frálíkan innsats og eitt frálíkt úrslit hjá KÍ í Gundadali seinasta hósdag, so vísti AIK í gjár, at tað er stórur munur á einum svenskum toppliði og einum føroyskum toppliði. Eftir dystin í gjár fingu vit fatur á Jóannes Bjartalíð í "mixed zone" á Friends Arena. Jóannes spældi sín næsta dyst í Evropa fyri KÍ. Fyri hann og hinar var talan um ein sera tungan fyrra hálvleik, har teir møttu einum AIK-liðið, ið sambært honum, var fullkomiliga hamskift frá dystinum seinasta hósdag:

- Tað tyktist næstan sum um, at vit møttu einum heilt øðrum liðið enn í Gundadali seinast. Teir skora tvey skjótt mál, og so eru vit í sjokk, og tað koyrir bara hjá teimum.

AIK valdi, til hendan dystin, at spæla við tveimun "veruligum" áleyparum heilt frammi. Í Føroyum byrjaði bert ein veruligur áleypari. Hatta gjørdi týðiligan mun í álopsspælinum hja svium. Hetta vísti Jóannes á, og hann helt eisini, at leikferðin hja AIK gjørdi tað ógvuliga trupult fyri KÍ:

- Teir hava tveir áleyparar, ið eru sera sterkir fysiskt og sum fylla nógv. Og so spæla teir nógv skjótari enn í fyrra dystinum. Tað gongur so skjótt fyri seg í fyrra hálvleiki, at vit ikki fáa fylgt við.

KÍ hevði ein marrukendan fyrra hálvleik, men yvir tveir dystir helt KÍ málið reint í trimum hálvleikum. Jóannes peikar eisini á hetta sum nakað positivt við dystinum. Hann greiðir eisini frá, hvat teir tosaðu um í hálvleikinum, tá tað var 5-0:

- Sjálvandi hingu vit eitt sindur við høvdinum, men vit royndu at lyfta hvønn annan upp. Vit fóru ikki út til seinna hálvleik fyri at jagstra nakað, men heldur fyri at avmarka tapið. Vit hildu teimum eisini so at siga frá tí stóra, og høvdu sjalvir onkrar møguleikar. Men fakta er, at vit spæla tríggjar góðar hálvleikir ímóti AIK og ein ringan hálvleik, og vit tapa 5-0.

Júst hetta við at verða á allatíðina, er sera umráðandi, tá spælt verður í Evropa. Hetta staðfesti Jóannes Bjartalíð, ið hevur lært nógv av sínari fyrstu uppliving í Europa League.

- Í øllum førum hava vit ungu lært nakað av hesum. Tað gongur skjótari á hesum støðinum, og tú noyðist at verða til reiðar allatíðina. Vit hava lært nógv til næstu ferð, ið vit skulu við. Nú er fult fokus aftur á Effodeildini, har vit vilja gera tað gott.