(Mynd: Javnaðarflokkurin)

Jóannes Eidesgaard: Sera ódámligt at peika onkran út sum skurk



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

22.04.2018 - 11:29

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Sig nú sannleikan, Eyðgunn.

Soleiðis skrivaði Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, í lesarabrævi í gjár, har hann millum annað segði, at Eyðgunn Samuelsen gav Sambandsflokkinum skyldina fyri, at grundupphæddin hjá pensjónistum lækkaði. Hann vil vera við, at Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, roynir at tváa sínar hendur í einari grein á VP.

Bárður á Steig Nielsen vísti m.a. á, at Sambandsflokkurin bæði í 2009 og 2010 var í samgongu við Javnaðarflokkin, og at javningin varð lækkað hetta tíðarskeiðið.

- Fakta er, at Javnaðarflokkurin minkaði pensjónina eftir boðum frá Jóannesi Eidesgaard, táverandi formanni í Javnaðarflokkinum.

Jóannes Eidesgaard vil ikki hava hesa útsøgn sitandi á sær ósvaraða og hevur tí nú svarað ákærunum frá formanninum í Sambandsflokkinum. Jóannes sigur m.a. á Facebook, at tað er sera ódámligt av Bárði at peika onkran út sum skurk, tá ið krepputíð er. 

Men nú ger Bárður á Steig so tað, sum vit onnur vanliga halda okkum langt burtur frá. Hann peikar ein út sum skurk. Hetta ódámliga fyribrigdið sóu vit eisini eftir kreppuna í 92/93. Skurkurin aftan fyri neyðugu tiltøkini 2008 og 2010 var sambært sambandsformanninum undirritaði. Fyrst í des. 2008, tá prístalsviðgerðin av fólkapensjónini lækkaði úr 4% niður í 3% og spardi landskassanum 4,5 mió. kr um árið. Síðan í sept. 2010, tá henda lækkaði enn einaferð úr 3% niður í 1% og spardi landskassanum áleið 10 til 12 mió. kr um árið. Síðan hevur so undanfarna samgonga strikað tað seinasta prosentið, og tað kann eg so av góðum grundum ikki hava verið partur av.

Hesi tiltøk, og tað vóru mong onnur, vórðu ikki gjørd, tí landsstýrið vildi nøkrum nakað ilt. Hetta vóru tiltøk, sum vóru neyðug, skuldi landið fóta sær aftur. Tað hevur so mangan verið sagt, at tað skal ein kreppa til, áðrenn føroyskir politikkarar fáa tikið seg saman til at taka munandi tøk. Mundi samgongan í 1992/93 lækka allar almennar lønir við næstan 10% , tí tað var lætt at gera. Nei, alt annað.

Jóannes Eidesgaard leggur afturat, at summi átøk eru neyðug at fremja, tá ið kreppa er.

Eitt sindur løgið, at sami maður, sum alla tíðina frá tingsins røðarapalli minnir okkum á, at sitandi samgonga økir útreiðslurnar hjá tí almenna alt ov nógv, nú eisini hevur ilt av, at ein onnur samgonga skerdi útreiðslurnar hjá tí almenna og enntá av neyð.

Les alt svarið frá Jóannesi Eidesgaard her