Jóannes Kristiansen 100 ár í ár

Tíðindaskriv

08.02.2018 - 21:26

Tíðindi > List > Myndlist

Tann 12.februar verða 100 ár síðani myndlistamaðurin úr Leirvík, Jóannes Kristiansen, varð føddur.

Í hesum sambandi letur upp serlig framsýning á Báta- og Listasavninum í Leirvík, týsdagin 13.februar.

Jóannes málaði Leirvíkina nógv, bygdaløg, Sigatind, norður í hav og virksemi á staðnum, skip, bátar og fólk. Hann lærdi á Kongliga Danska Kunstakademiinum í 1940’unum, m.a. hjá Aksel Jørgensen, professara, og eitt skifti samstundis sum Ingálvur av Reyni.

Við Jóannesi Kristiansen fingu vit impressionistiska málningalist, nakað sum ta fronsku, við støði í serliga ljósinum her norðuri í Føroyum. Og hevur málarin verið ein fyrimynd og stór inspiratión hjá fleiri, sum koma eftir hann.

Báta-og listasavnið í Leirvík læt upp á fyrsta sinni í ár 2000 og eigur umleið 20 málningar eftir Jóannes Kristiansen umframt eftir onnur listafólk í bygdini. Men til hesa serframsýning í sambandi við 100 ára haldið, koma nógvir málningar eftir Jóannes afturat – serliga frá savninum hjá systursyni listamannin, Petur Martin Petersen.

Hóskvøldið 15/2 hugleiðir Petur Martin Petersen um Jóannes, og leggjast skal afturat, at í sambandi við føstugudstænastuna í Leirvíkar kirkju, mikukvøldið 14/2, verður okkurt gjørt burturúr, at Jóannes Kristiansen hevur málað altartalvuna í kirkjuni. Petur Martin Petersen luttekur.

Framsýningin verður eisini opin í longri tíðarskeið eftir avtalu og ringjast kann til telefonnummar 213178 um hetta. Umframt hetta, verður hon opin, tá tiltøk eru á Báta-og listasavninum komandi mánaðirnar.

Nevndin í Báta- og listasavninum í Leirvík