(Tingvarpið)

Jógvan á Lakjuni: - Ikki eitt orð frá Framsókn

Sverri Egholm

08.12.2017 - 17:31

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

- Tað var eitt øgiligt fokus á kvinnurnar í Framsókn mánadagin, og man trúði, at hetta fór at vera okkurt alvorligt í hesari samgonguni.

- Tær taka ikki ein gongd orðið, segði Jógvan á Lakjuni á tingsins røðarapalli.

Jógvan á Lakjuni sipar til tá álitið kom úr vinnunevndini mánakvøldið, og Hanna Jensen í Framsókn gjørdi vart við, at tey fóru at umhugsa sína støðu viðvíkjandi uppskotinum. Trupulleikin var, at økiskvoturnar vóru hækkaðar úr 7% og upp í 8,5%.

Orðaskiftið hevur nú verið í gongd í góðar sjey tímar.

Fylg orðaskiftinum her