(Savnsmynd)

Jógvan Arge misti málið í seinasta drátti



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

06.10.2017 - 10:03

Mentan > Mentan > Miðlar & fólk

Tað gjørdist ein sorgblíð løta, tá ”the grand old man” í Útvarpi Føroya fyri løtu síðani trekti V4 tølini fyri seinastu ferð nakrantíð.

Tá Jógvan hevði trekt seinasta talið, tikið tølini uppaftur og staðfest, at ongin vinnari var, og at peningurin sostatt fór í kassa útvarpsins, misti hann málið tá hann skuldi staðfesta, at hetta var seinasti dráttur.

Eftir at hava svølgt nakrar ferðir, kundi nýliga pensjóneraði útvarpsmaðurin staðfesta:

”Hetta var so seinasti drátturin. Eg havi verið við øll hesi árini, og má siga, at tað hevði ikki verið so stuttligt, um V4 ikki var”, segði Jógvan Arge við harma í røddini.