Jógvan Joensen (Mynd: Scanpix)

Jógvan Joensen: Eg varð umskapaður til eina rokkstjørnu

Oda Strøm

11.03.2018 - 20:19

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Nú X Factor aftur verður víst hvørt fríggjakvøld, hevur DR skrivað eina langa grein um hvussu lívið broyttist hjá Jógvan Joensen, ið var við í kappingini í 2015, og sum mundi farið avstað við sigrinum. 

Jógvan hevur nógv gott at bera X Factor, men leggur eisini dent á, at tað er ikki bara bara at vera við í einari so stórari kapping. Hann hevði trupult við at kenna seg sjálvan aftur, tí hann ígjøgnum kappingina skuldi m.a. í leðurjakka og syngja poppsangir, sum ikki søgdu honum nakað.

- Eg kom til X Factor sum Jógvan, men varð gjøgnum sendingina umskapaður til eina rokkstjørnu. Soleiðis síggi eg ikki meg sjálvan, og tað gjørdi eg heldur ikki tá. So eg fór harfrá sum ein annar, enn tann, sum eg kom sum, og tað var ein løgin uppliving. 

Stutt eftir luttøkuna í X Factor gav Jógvan sína fyrstu EP út, "Love That You Love", við fýra enskum sangum og einum føroyskum sangi. Jógvan sigur, at ætlanin er at koma við einari nýggjari útgávu sum skjótast. 

- Eg lærdi at takla nervøsitetin, at koma út úr mínari skal og koma út við tí, sum eg havi á hjartað. Eg havi verið á turné og spæli enn konsertir ymsastaðni. Afturat tí havi eg gjørt tvær plátur, sum koma út í næstum. Ein kemur væntandi út í apríl, og hin kemur seinni í ár. 

Les alla samrøðuna við Jógvan her