Jógvan og Emilie á Bátastevnu í Vestmanna

Ingi Samuelsen

21.04.2015 - 20:47

Mentan > Mentan > Konsertir

Nú ber til at uppliva X Factor finaluna av nýggjum á havnalagnum í Vestmanna.

Emilie Esther, sum gjørdist vinnari av X Factor 2015 og Jógvan Joensen sum gjørdist nr. 2, koma at framføra í stóra tjaldinum á Bátastevnuni fríggjadagin hin 15. mai.

Jógvan, sum gjørdist víðakendur í Danmark, hevur verið nógv frammi síðan X Factor. Vinnarin av kappingini, Emilie Esther, er í løtuni á rundferð í USA. Eftir hetta leggja báðir finalistarnir leiðina til Vestmanna, har høvi verður at enduruppliva X Factor finaluna 2015 “live”.