(Mynd: Sverri Egholm)

Jógvan Philbrow: - Landið hevur fingið alt ov nógv fyri alt ov lítið

Ari av Rana

11.01.2018 - 17:52

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Arbeiðsmarknaður

Nógv fólk var samlað á Vaglinum í dag, tá Føroya Pedagogfelag skipaði fyri mótmælistiltaki.

Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag, setti tiltaki. Jógvan var møttur við lógvabrestum, tá hann tók orðið.

- Nú er nokk. Alt ov leingi fingið ov lítla løn. Landið hevur alt ov leingið fingið alt ov nógv fyri alt ov lítið, segði Jógvan Philbrow.

Mótmælistiltakið var merkt av, at pedagogarnir standa saman. Hetta sæst millum annað í sangunum, sum vórðu sungnir og sum vóru spældir. Hetta vóru sangir sum Hetta fer út til alt Føroyar, Uttanumtos, We’re not gonna take it, Føroyar og Fight the Power.

Sí eisini: Video: We're Not Gonna Take It á Tinghúsvøllinum