Klaksvíkar Býráð, 2017-2020 (Mynd: klaksvik.fo)

Jógvan Skorheim heldur fram sum borgarstjóri

Niels Petersen

22.11.2016 - 23:02

Tíðindi > Norðoyggjar - Klaksvík

Klaksvíkar Býráð hevur í kvøld skipað seg fyri komandi setuna. Hetta boðar kommunan frá í tíðindaskrivi.

Kommunustýrislógin ásetur, at nývalda býráðið skal skipa seg innan árslok í valárinum. Og í kvøld kallaði 
Jógvan Skorheim, ið var fyrstvaldi býráðslimur á kommunuvalinum 08. november inn til skipandi býráðsfund í kvøld, týskvøldið 22. november.

Á skránni var val av borgarstjóra, og 1. og 2. varaborgarstjóra. Eisini skuldu limir og tiltakslimir í føstu nevndum býráðsins veljast, umframt at fundardagar býráðsins fyri árið 2017 skuldu ásetast.


Nývalda býráðið tekur við 01. januar 2017.

Nýggja býráðið skipaði seg soleiðis:


Formansskapur
Jógvan Skorheim varð afturvaldur til borgarstjóra. Signhild V. Johannesen varð vald til 1. varaborgarstjóra, og Gunvá við Keldu til 2. varaborgarstjóra.
Síðani var val av limum og tiltakslimum í fíggjarnevndina, trivnaðarnevndina Børn og Ung, trivnaðarnevndina Eldri og Bústaðir, havna- og vinnunevndina, mentanarnevndina, teknisku nevndina og umhvørvis- og býarskipanarnevndina.

Fíggjarnevndin verður soleiðis mannað:
Fastur limur / (tiltakslimur)
Jógvan Skorheim, borgarstjóri / (Kristian Eli Zachariasen)
Signhild V. Johannesen / (Óli M. Lassen)
Tummas J. Lervig / (Beinta Klakstein)
Gunvá við Keldu / (Atli S. Justinussen)
Herfrí J. Sørensen / (Beinir Johannesen)

Trivnaðarnevndin Børn og Ung verður soleiðis mannað:
Fastur limur / (tiltakslimur)
Beinta Klakstein / (Kristian Eli Zachariasen)
Signhild V. Johannesen /(Óli M. Lassen)
Tummas J. Lervig / (Óli M. Lassen)
Beinir Johannesen /(Gunvá við Keldu)
Herfrí J. Sørensen / (Atli S. Justinussen)

Trivnaðarnevndin Eldri og Bústaðir verður soleiðis mannað:
Fastur limur / (tiltakslimur)
Beinta Klakstein / (Óli M. Lassen)
Signhild V. Johannesen / (Tummas J. Lervig)
Kristian Eli Zachariasen / (Tummas J. Lervig)
Gunvá við Keldu / (Beinir Johannesen)
Herfrí J. Sørensen / (Atli S. Justinussen)

Havna- og Vinnunevndin verður soleiðis mannað:
Fastur limur / (tiltakslimur)
Tummas J. Lervig / (Signhild V. Johannesen)
Kristian Eli Zachariasen / (Beinta Klakstein)
Óli M. Lassen / (Signhild V. Johannesen)
Atli S. Justinussen / (Gunvá við Keldu)
Beinir Johannesen / (Herfrí J. Sørensen)

Mentanarnevndin verður soleiðis mannað:
Fastur limur / (tiltakslimur)
Signhild V. Johannesen / (Tummas J. Lervig)
Beinta Klakstein / (Kristian Eli Zachariasen)
Óli M. Lassen / (Kristian Eli Zachariasen)
Gunvá við Keldu / (Beinir Johannesen)
Atli S. Justinussen / (Herfrí J. Sørensen)

Tekniska nevndin verður soleiðis mannað:
Fastur limur / (tiltakslimur)
Óli M. Lassen / (Signhild V. Johannesen)
Tummas J. Lervig / (Signhild V. Johannesen)
Beinta Klakstein / (Kristian Eli Zachariasen)
Atli S. Justinussen / (Gunvá við Keldu)
Steinbjørn O. Jacobsen / (Beinir Johannesen)

Umhvørvis- og Býarskipanarnevndin verður soleiðis mannað:
Fastur limur / (tiltakslimur)
Kristian Eli Zachariasen / (Tummas J. Lervig)
Óli M. Lassen / (Beinta Klakstein)
Signhild V. Johannesen / (Tummas J. Lervig)
Gunvá við Keldu / (Herfrí J. Sørensen)
Beinir Johannesen / (Atli S. Justinussen)

Fundardagar í 2017
At enda vórðu fundardagar býráðsins í 2017 ásettir. Býráðið fer at hava regluligu fundir sínar 26. januar, 23. februar, 23. mars, 04. mai, 01. juni, 29. juni, 28. september, 26. oktober, 16. november og 14. desember.