Jógvan Skorheim: Ein heiður at standa á odda fyri Sjálvstýrisflokkinum

Ingi Samuelsen

09.04.2015 - 09:35

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Politiskir flokkar

- At standa á odda fyri Sjálvstýrisflokkinum, hesin gamla siðvanda flokkinum har tjóðskaparrørslan uppstóð, er ein heiður og samstundis ein stór avbjóðing, ið eg eri fúsur at taka á meg.

Soleiðis segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, tá tað í dag varð avdúkað, at hann tekur við sum formaður fyri Sjálvstýrisflokkin.

Jógvan Skorheim fekk áheitanina fyri páskir, og eftir at bæði formaðurin og landsnevndin í flokkinum heittu á hann um at taka yvir, hevur hann tikið av, og harvið eisini at broytt meining um ikki at stilla upp til komandi løgtingsval.

Onga avleiðing fyri borgarstjórasessin
Jógvan Skorheim ynskti ikki at meta um hvørjar avleiðingar hetta fær fyri hansara yrki sum borgarstjóri fyri Klaksvíkar kommunu.

- Tað verður Kári P. Højgaard, sum umboðar flokkin á tingi fram til komandi løgtingsval. Hvat síðan hendir, mugu vit síggja til ta tíð. Fyrst skal eg veljast í løgtingið, áðrenn tað verður ein spurningur um at taka mín borgarstjórasess til umhugsunnar. Men eg kann siga so mikið, at varaborgarstjórin í Klaksvík varð kunnaður um mína avger og hevur góðtiki hana, sigur Jógvan Skorheim.

Formaður fram til landsfundin
Skipanin hjá Sjálvstýrisflokkinum er soleiðis, at floksformaðurin skal vera ting- ella landsstýrismaður. Men nú Kári P. Højgaard, einasti tingmaður floksins, sjálvur hevur borið seg undan, er støðan ein onnur, upplýssti Pól Jákup Poulsen, landsnevndarformaður.

Jógvan Skorheim hevur tí sum næstformaður tikið yvir formanssessin, inntil nýggjur formaður formliga er valdur á landsfundinum hjá flokkinum, sum verður í oktober mánaði.