Jógvan Skorheim - Vit vilja økja um trygdina

Høgni Midjord

20.11.2014 - 03:38

Tíðindi > Ítróttur > Svimjing

Tveir tilburðir hava verið seinastu tíðina, har børn eru komin í neyð í Klaksvíkar svimjihøll. Foreldur og ein fyrrverandi lívbjargari í Klaksvíkar svimjihøll siga, at trygdin als ikki er nøktandi.

Herfyri var ein smádrongur sera tætt við at druknað. Fólk komu honum til hjálpar og lukkuvís kom hann fyri seg aftur.

Jógvan Skorheim váttar fyri Kringvarpinum, at tey fara at gera alt tað tey kunnu, fyri at trygdin verður betri. Millum annað við at seta fleiri fólk í starv sum lívbjargarar og annars tryggja sær at eftirliftið er í lagi, tá ið skúlar og stovnar leiga seg inn.