Jóhan á Plógv er heimsins besti høgri vongur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

02.08.2015 - 13:42

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Hóast 24-26 tap í finaluni móti Fraklandi í gjár, kunnu danir fegnast eitt sindur. Tí eftir dystin í gjárkvøldið bleiv allstarliðið sett. Altso bestu leikararnir sum hava verið við í kappingini í Brasil.

Og tað bleiv føroyski Jóhan á Plógv Hansen, sum bleiv kosin til heimsins besta høgra vong undir 21 ár.

Hann hevur klárað seg sera væl í hesari kappingini. Í hálvfinaluni var hann sera sjónligur og gjørdist toppskjútti við seks málum. Í finaluni komu tó ikki líka nógv mál í gjøgnum, tað bleiv til eitt mál.

21 ára gamli Jóhan á Plógv Hansen hevur sum yngri spælt við Kyndli, men sum 16 ára gamal fór hann til Danmarkar at spæla. Hann spælir nú við Bjerringbro-Silkeborg í bestu donsku deildini.