(Mynd: bjerringbro-silkeborg.dk)

Jóhan fagnaður tá hann kom á vøllin aftur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

23.11.2017 - 11:06

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Føroyski spælarin í bestu donsku hondbóltskappingini, Jóhan á Plógv Hansen, var í gjárkvøldið stórliga fagnaður av áskoðarunum, tá hann kom inn í fyrsta dysti sínum eftir álvarsliga skaðan hann fekk í knæið fyri átta mánaðum síðani.

Heimasíðan hjá Bjerringbro-Silkeborg Håndbold skrivar, at takið var við at lyfta seg, tá Jóhan – ’the comeback kid’, sum hann verður kallaður – kom á vøllin 11 minuttir inn í dystin móti TTH Holstebro á heimavøllinum Jysk Arena.

Sjálvur fegnast Johan um góðu móttøkuna, men mest fegnast hann um at lið hansara vann dystin í einum ógvuliga spennandi endaspæli, har hann bert kundi eygleiða frá útskiftingarbeinkinum.

Jóhann fekk 10 minuttir á vøllinum, heilt eftir ætlan. Sjálvur iðrar hann seg um, at tað ikki eydnaðist honum at skora í dystinum. Hansara roynd endaði á stólpanum.

BSV liggur við sigrinum í gjár á øðrum plássi í kappingini. Sunnudagin skal liðið spæla ein týdningarmiklan dyst móti HK Malmö um eitt pláss í bólkaspælinum í EHF Cup. Danska liðið tapti fyrra dystin í Malmö við tveimum málum.