Føroyski hópurin følir seg stoltan at umboða Føroyar í so stórari kapping, og so á heimavølli (Olaf Olsen)

Jóhan Petur á Stongum: - Vit eru stolt og gleðast stórliga um áskoðarastuðulin

Niels Petersen

25.05.2016 - 16:31

Ítróttur > Ítróttur > Flogbóltur

Klokkan 18:30 í kvøld byrjar finalan í HM/EM undankappingini í Høllini á Hálsi. Føroyar og Kýpros hava vunnið báðar sínar fyrstu dystir móti ávíkavist Írlandi og Liktinstein og klokkan 16 spæla hesi bæði dyst um triðja plássið í kappingini. Føroyar og Kýpros hava bæði tryggjað sær EM luttøku, við minimum at gerast nummar tvey. Men í kvøld skal finnast útav, hvat lið vinnur sær HM luttøku, við at vinna hesa kappingina.

Í fyrra dystinum vunnu Føroyar sera greitt á Írlandi. Úrslitið bleiv 3-0. Hesin dysturin varð spældur mánakvøldið.

Í gjár vunnu Føroyar enn einaferð 3-0, hesaferð móti Liktinstein. Munurin varð ikki eins stórur sum í fyrsta dystinum, men talan var tó aftur um greiðan sigur til føroysku kvinnurnar.

Í kvøld skal slagið so standa millum Føroyar og Kýpros, sum á sama hátt hava hølvað hini bæði liðini av. Føroyar og Kýpros eru, at síggja til, rímuliga jøvn lið, og spenningurin er sostatt øðiligur undan finaluni í kvøld. Dysturin byrjar klokkan 18:30.

Portalurin fekk orðið á landsliðsvenjaran, Jóhan Petur á Stongum í gjár, undan dystinum móti Liktinstein, og tá tosaði hann millum annað um týdningin av at hava og føla so stóran stuðul frá áskoðarunum og at Føroyar kann hýsa tílíkum kappingum. Hann følir seg stoltan.

- At sleppa at umboða sítt land, sína tjóð er ómetaliga stórt, sigur landsliðsvenjarin. Vit føla stoltleika sum ongantíð áður, eisini hóast vit eru fleiri sum hava roynt seg í stórum kappingum. At sleppa at spæla so stóra kapping á heimavølli er fantastiskt, sigur bersøgni venjarin úr Sørvági.

Jóhan Petur á Stongum og Kristian Mikkelsen, sum manna dugnaliga venjaratoymið hava leitt Føroyar til Oyggjagull í 2009, og nú teir aftur arbeiða saman hava teir fyribils leitt Føroyar til EM luttøku. HM luttøka kann enntá tryggjast seinni í kvøld, eydnast tað føroyska liðnum at vinna á Kýpros.

Les eisini: Landsliðsvenjarin: - Vænti ein tættari dyst enn í gjár - men vit fara eftir sigrinum