Jóhanna á Bergi: Eiga at bjóða oljuvinnu pakkaloysnir



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

09.09.2013 - 00:46

Oljan > Vinna & Tøkni > Olju- og frálandavinna

Føroyar hava í fleiri førum fyrimunir framum Hetland og Skotland at kunna bjóða oljuvinnuni tænastur. Vit kunnu kappast í prísi og fleksibiliteti, og tí eiga vit nú saman at bjóða vinnuni lidnar pakkaloysnir. Tað heldur stjórin í Faroe Skip, Jóhanna á Bergi, sum júst hevur verið á oljumessu í Aberdeen.

Pakkaloysnir
Av tí at føroyska olju- og frálandavinnan er lutvíst nýggj, royna einstøku fyritøkurnar hvør sær at finna beinini í hesi stóru vinnu og bjóða júst sínar tænastur fram. Hetta hevur eitt nú Faroe Ship gjørt í mong ár, men eftir oljumessuna í Aberdeen sær stjórin, Jóhanna á Bergi, at tað eru eisini góðir møguleikar at marknaðarføra Føroyar og føroyskar vørur og tænastur saman yvir fyri altjóða oljuvinnuni.

Hon sannar, at tað kann gerast ein stórur fyrimunur og vinningur fyri føroyskar veitarar, um teir standa saman og bjóða pakkaloysnir til útlendsku kundarnar.

Slíkar pakkaloysnir kunnu so fevna um samskipan, veitingum av øllum møguligum slag so sum umvæling, vatn, proviant, olju, manningarskift, hotell og hvat útlendski brúkarin annars hevur tørv á.

Brúkararnir eru oftani oljuskip av ymsum slag, sum arbeiða í grannalagnum vestan fyri Hetland, men tað kunnu í framtíðini eisini vera skip, sum koma til Føroyar úr Norðsjónum, tí tey her kunnu fáa tær bestu og skjótastu tænasturar.

Hetta krevur so eisini, at føroyskar fyritøkur brynja seg út til avbjóðingina og megna at liva upp til høgu krøvini, sum eru galdandi í hesi vinnu. Har skjótleiki, trygd og skipað viðurskifti eru av alstórum týdningi vísir Jóhanna á Bergi á.

Sjálv hevur hon verið rættiliga oftani á oljumessum í Norra og Skotlandi. Hon heldur tað vera sera áhugavert at koma í prát við ymsu feløgini. Og henda messan hevur sagt henni, at tað eru nógv fleiri feløg, sum trúgva uppá Føroyar og føroyskar veitarar enn fyrr.

Uppgávan hjá Faroe Ship er skipaflutningur umframt at vera umboð fyri ymisk reiðarí og veita hesum ymsar tænastur.

Fleiri fyrimunir fram um Hetland
Ein av kappingarneytunum hjá Føroyum og føroyskum tænastuveitarum er Hetland. Men har er í løtuni so nógv virksemi serstakliga í sambandi við fleiri útbyggingar til havs, at tað er ringt at sleppa framat, ringt at fáa keipláss, ringt at fáa hotellpláss osfr.

Jóhanna á Bergi sigur, at tað virkar sum, at alt er yvirbookað í Hetlandi í løtuni. Tí eru fleiri av fyritøkunum, ið arbeiða har, opnar fyri at hyggja eftir øðrum møguleikum sum eitt nú teimum í Føroyum.

-Men hví skulu skip, sum arbeiða við Hetland velja at fara til Føroya, tá tað finnast havnir bæði í Hetlandi og Skotlandi?

“Í summum førum er longri at sigla til Føroya, so har hava vit ikki ein kappingarfyrimun, men vit hava avgjørt ein kappingarfyrimun í prísum og í fleksibiliteti og síðani hava vit gott pláss til at fáa skipini til kei.

Vit arbeiða sum er í øðrum vinnum, so tað er ikki nakað vit skulu byggja upp heilt av nýggju fyri at kunna veita tænastur til oljuvinnuna. Vit eru longu har.”

Føroyar sum eitt øki
Jóhanna á Bergi heldur, at tá tað snýr seg um at fáa bryggjupláss og grundleggjandi tænastur, so eiga útlendingar at hyggja at Føroyum sum eitt øki og ikki hyggja bara eftir einari havn. Her eru fleiri havnir, sum kunnu taka ímóti útlendskum oljuskipum, og tað er ein góður fyrimunur.

Ein annar fyrimunur Føroyar hava framum havnir í Hetlandi og Skotlandi er tann, at meðan tey har stongja havnirnar, tá tað er ringt veður, so er tað ikki galdandi í Føroyum.

Stjórin í Faroe Ship sigur seg veruliga vóna, at vit í Føroyum megna at fáa feløg, sum arbeiða í bretskum øki, at koma henda vegin við sínum skipum og fáa meira fleksiblar og kappingarførar tænastur.

Men hon leggur herðslu á, at vit klára okkum ikki í Føroyum, um vit ikki selja allan pakkan. Útlendsku feløgini vilja hava eina heildarloysn her.

Spennandi tíðir fyri framman
“Hetta er ordiliga spennandi, hóast tað eru nógvir fuglar á takinum. Tað er eingin loyna. Og tað eru fá av okkum, sum fáa pengar í kassan av hesum enn.

Vit hava sjálvandi okkara dagligu uppgávur í Føroyum, men vit skulu eisini vera klár til nýggjar og spennandi avbjóðingar, og tað gera vit best, um vit sjálvi taka stig og vitja tey ymsu feløgini, ið arbeiða í hesi stóru vinnu. Tí eiga vit at vera við á slíkum oljumessum.”

Sjálv vónar Jóhanna á Bergi, at vit finna olju í Føroyum, men vit skulu ikki bíða, til vit hava funnið oljuna men longu nú vera úti um okkum og fáa skip til Føroya, sum arbeiða í oljuvinnuni aðrastaðni. Tað er ein týðandi partur av menningini.