Jóhanna á Bergi til arbeiðis á TeenStreet í Týsklandi

Jóhanna við øðrvísi uppgávu: Ger mat til starvsfólkini

Snorri Brend

06.08.2014 - 20:38

Tíðindi > Trúarlív

Ein av teimum 4000 luttakarunum á TeenStreet í týska býnum Münster er Jóhanna á Bergi, ið er kend sum stjóri í føroyska vinnulívinum.

Saman við hinum føroysku luttakarunum er hon partur av tí fleirtjóða hópinum á hesi stóru kristnu ungdómsstevnuni.

- Ja, eg meldaði meg sum starvsfólk, tí dótturin ynskti at sleppa á á TeenStreet, sigur Jóhanna á Bergi í sjónbandaðari samrøðu, ið sæst niðast í greinini.


FRIÐARLIGT
Jóhanna var sum var man spent uppá, hvørja uppgávu hon fór at fáa sum hjálparfólk á hesum afturvendandi tiltakinum.

Hennara lutur á stevnuni er at starvast i kaffistovuni hjá starvsfólkunum, har hesi koma við jøvnum millumbilum at njóta eina fríløtu aftur við einum góðum kaffimunni.

- Her er bæði friðarligt og róligt, í mun til aðrastaðni her á stevnuni, greiðir hon frá.

Kaffistovan hjá starvsfólkunum er opin frá klokkan 9 um morgunin, og letur fyrst aftur klokkan 23.

Jóhanna og hini starvsfólkini eru býtt upp í vaktir, og arbeiða einar 6 til 7 tímar í part hvønn dagin.



GÓÐ PRÁT
Sjálv er Jóhanna sera fegin um henda møguleika at royna nakað heilt annað, enn tað hon ger í tí dagliga.

- Tað er fínt vera her. Her eru nógv starvsfólk, og higar koma eisini starvsfólk úr mongum ymiskum londum.

- Og tí er hetta eisini eitt gott høvi at fáa nógv góð prát við hesi fólkini, sigur Jóhanna á Bergi.

TeenStreet byrjaði leygardagin og endar komandi leygardag.

Samrøða við Johonnu á Bergi