(Savnsmynd: EPA)

John Terry skrivar sáttmála við Aston Villa

Ingi Samuelsen

03.07.2017 - 11:52

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Enska fótbóltsfelagið Aston Villa, sum spælir í næstbestu deildini, er til reiðar at skriva undir sáttmála við fyrrverandi liðskiparan á enska landsliðnum, John Terry, sum til kappingarlok í ár spældi við meistaraliðnum Chelsea.

Sáttmálin verður helst undirskrivaður innan fyri 24 tímar, veit Sky Sports at siga í dag, tað eru bert tekniskir smálutir eftir innan klárt er at skriva undir. Eigarin av Aston villa, Tony Xia, hevur váttað tíðindini og ynskt Terry vælkomnan í felagið.

Sky Sports sigur, at talan er um ein árslangan sáttmála, og talan verður ikki um, at hann skal átaka sær venjarauppgávur. Venjarin, Steve Bruce, vil hava, at Terry fult út miðsavnar seg um at spæla. Fyri hetta fær John Terry tann mest lønandi sáttmálan, sum nakað felag í næstbestu deildini hevur gjørt vil leikara. Terry fær til dømis 4 milliónir pund, um tað eydnast Villa at flyta upp í Premier League aftur, skrivar Sky Sports.

Grannafelagið hjá Aston Villa, Birmingham City, hevur eisini roynt at fáa fatur á 36 ára gamla John Terry, sama hava Premier League feløg, sum West Bromwich Albion, Swansea og Bournemouth, skrivar Sky Sports.