(Mynd: EPA)

Johnny Hallyday – kendasti rokkari Fraklands – er deyður



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

06.12.2017 - 06:57

Mentan > Tónleikur > Rútmiskur tónleikur

Kendasta rokkstjørna í Fraklandi, Johnny Hallyday, hevur tapt stríðið móti krabbasjúkuni. Hann royði í nátt, 74 ára gamal, upplýsir kona hansara, Laeticia, sambært tíðindastovunum.

- Johnny Hallyday er farin frá okkum. Eg skrivi hesi orð uttan at trúgva teimum. Men tað er satt. Maður mín er ikki longur okkara millum, sigur 42 ára gamla Laeticia Hallyday í eini fráboðan í nátt. Í mars í ár boðaði Hallyday frá, at hann hevði fingið staðfest krabbamein.

Johnny Hallyday gjørdist ongantíð eitt stórmenni í heimshøpi, men í heimlandi sínum var hann nærum eitt halgimenni, eitt ikon. Hann var so væl dámdur, at ein konsert í Brússell í mars 2016 – fýra dagar eftir eitt ógvusligt yvirgangsálop har – varð send beinleiðis í ikki minni enn 300 franskum biografum.

Í Fraklandi og fransktalandi londum seldi Johnny Hallyday yvir 100 milliónir plátur og yvir 15 milliónir hava upplivað eina konsert við manninum, sum varð føddur í 1943 og fekk navnið Jean-Philippe Smet.

Hann royndi seg innan ymsar greinir av rokktónleiki – poppi, garasjurokki, psykedelisku bylgjuni, tungmálm, reaggae, disko og bluesrokk, ið var útgangsstøðið.

Hallyday varð í 1997 heiðraður sum heiðurslegionerur, skrivar AFP.