Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Johnny í Grótinum angrar at hann koyrdi Liljuna til hús

Sverri Egholm

23.04.2018 - 18:53

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Miðlar

- Sæð í ljosinum av hesari niðurstøðuni, sum Mentamálaráðið er komið til, at tað var eitt ov víðgongt stig at senda hana til hús, so angri eg tað sjálvandi.

- Men í tí støðuni, eg stóð í, og sum eg las støðuna og sum Mentamálaráðið eisini staðfesti er støðan, so tók eg hetta stigið sum eg metti og meti vera best fyri stovnin.

Tað sigur Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri, við R7 í dag. Í desember sendi hann tíðindaleiðaran, Liljuna Weihe, til hús fyri millum annað illoyalitet. Mentamálaráðið ógildaði fríggjadagin uppsøgnina millum annað við tí frágreiðing, at uppsøgn var eitt ov víðgongt stig at taka.

- Sjálvandi taki eg hesa støðuna til eftirtektar og skuldi havt tikið tey stigini, sum Mentamálaráðið annars vísur á í staðin, sigur Johnny í Grótinum við R7.

Liljan Weihe er tó ikki byrjað aftur í starvi í Kringvarpinum. Johnny í Grótinum sigur, at hann hevur avtalað fund við Liljuna Weihe í morgin, har umrøtt verður hvussu og nær hon kann koma aftur til arbeiðis í Kringvarpinum.

Øll samrøðan kann hoyrast her (r7.fo)