Jól og matur - Slepst undan at fitna um høgtíðina?

Mona Breckmann

04.12.2017 - 11:10

Tíðindi >

Hey, mínir vinir. Vit eru farin inn í adventina, og so nærkast høgtíðin yvir allar, ið lyftir okkum tvørtur um ársins annars myrkastu tíð.

“Vandi er í hvørjari vælferð,” og eisini “jól og glaðir dagar” seta síni krøv til okkara, kvinnur og menn, ung og gomul, løtt og tung.

Víst skulu vit njóta jól og nýggjár.

Men... hvussu sleppa vit frægast undan at iðra okkum í januar og februar, tí vektin leyp upp, og kondiin datt niður um jólini?

Her eru nøkur ráð:

1. Muta ímóti freistingum upp undir jól
Hald teg til 3 máltíðir um dagin. Byrja dagin við treystum morgunmati, miðmála (lunch) við grønum ella breyði við góðum viðskera, síðan døgurða/nátturða við góðum grønmeti. Tær freistingarnar, sum koma ímillum hesar máltíðir, kunnu minkast, um tú ert mett frá høvuðsmáltíðum og hevur fyrireikað millummálarnar

2. Fyrireika millummálarnar
Hevur tú skyr, mandarinur, nøtur, aðra frukt, rugbreyð o.s.fr. inni ella í taskuni, har tú fert, er lættari at halda teg frá øðrum óneyðugum áti í tørvloysi.

3. Drekk vatn
Vatn er altíð gott at drekka. Tað sigst, at vit í miðal skulu helst drekka millum 2 - 3 litrar av vatni um dagin. Hetta ger, at vit føla okkum mett longur og hava meira yvirskot ígjøgnum dagin. Drekka vit ov lítið vatn, kennist tað, sum vit eru svong, hóast vit júst hava etið. Drekk heldur eitt stórt glas av vatni enn at eta óneyðuga.

4. Gloym ikki at røra teg millum jólanna
Jólini vara ofta í 14 dagar. Dagurin er stuttur og náttin long. Ofta viðrar illa á hávetri. Og tó... Flestu vetrardagar hava ein glotta.

Klæð teg eftir veðrinum og brúka ta lagaligu løtuna til ein gongutúr. Venjingarstøðirnar eru eisini opnar gerandisdagar.

Tað snýr seg ikki altíð um, hvussu nógv vit eta, men meira um hvat tað er, vit eta. Eta vit alt søtmetið, tað hvíta og lætta mjølið, ístaðin fyri reint kjøt, tað grøna og góðskuríka, fara vit skjótari fram.

Tá alt hetta er sagt, ræður um at minnast, at tað er í lagi at hugna sær á jólum. Hava vit javnvág gerandisdagarnar, gongur alt uttan iva sum eftir ánni.

Góða eydnu.

Vit hoyrast næsta mánadag.