Jólasangløta í Siloa við kóri og solistum

Tíðindaskriv

20.12.2017 - 07:32

Mentan > Mentan > Konsertir

Í kvøld verður verður jólalig sangløta við Siloakórinum og øðrum í Siloa í Fuglafirði.

Kórið fer at syngja einar 10 sangir – bæði a capella og við undirspæli og saman við solistum eisini.

Harumframt verður høvi at hoyra nakrar solistar framføra. Bárður á Lakjuni, Beinta Napoleonsdóttir og Maria á Lakjuni fara at syngja, og Sólja Hansen fer at spæla okkurt jólaligt á cello.

Oddur á Lakjuni hevur eitt lítið orð – og aftaná verður drekkamunnur.