Á myndini eru Jón og Jóhan, saman við ÍSB nevndini, løgmanni Kaj Leo Holm Johannesen og forsetanum fyri IPC, sir Philip Craven avmyndaðir í samband við 30 ára stovningardagin hjá ÍSB

Jón og Johan takka fyri seg í nevndini hjá Parasport Føroyar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

07.03.2018 - 10:50

Ítróttur > Ítróttur > Parasport
Á aðalfundinum hjá Parasport Føroyar, sum var 6. mars boðaðu Jón á Steig og Johan Samuelsen frá at teir ikki taka við afturvali.

Jón á Steig var ein av stovnarunum av ÍSB í 1980, og hevur sostatt sitið í nevndini í útvið 38 ár. Johan Samuelsen kom uppí nevndina í 1983, og hevur verið virkin líka síðani.

Egga Jensen, ið hevur verið formaður øll árini, segði soleiðis um teir báðar á aðalfundinum:

- Tá tú er formaður fyri einum felagsskapi, er tað av alstórum týdningi at hava eina góða og arbeiðssama nevnd at stuðla seg til.

- Uttan tykkara hjálp og stuðul hevði paraítrótturin í Føroyum ikki verið komin so langt í sínum virksemi sum tilfeldi er.

- Neyvan hevði nakar ímyndað sær í 
1980, tá ISB varð stovnað, at ítrótturin fyri brekað í Føroyum kom at mennast so nógv, men vit tríggir Jón og Johan trúðu frá byrjanini uppá hetta. Tað hevur loyst seg at stríðst fyri ítróttinum fyri fólki ið bera brek í Føroyum, og í dag síggja vit úrslitið, vit eru limir í øllum viðkomandi altjóða sambondum,og eisini vóru vit tríggir Johan og Jón við at stovna IPC í Dusseldorf í 1989.

- Tað sum hevur gjørt tað serliga spennandi at hava sitið í nevndini saman við tykkum, er at vit hava merkt, tykkara ótrúliga stóra eldhuga fyri paraítróttinum í Føroyum. Tit skulu hava stóra tøkk fyri eitt gott, spennandi og kveikjandi samarbeiði hesi mongu árini"

Parasport bjóðar í hesum sambandi til almenna móttøku í MBF húsinum fríggjadagin 9. mars.