(Mynd: b36.fo)

Jónas Þór Næs flytir til B36

Ari av Rana

12.11.2017 - 19:01

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

B36 skrivar á heimasíðu síni, at felagið hevur gjørt sáttmála við føroyska landsliðsleikaran Jónas Þór Næs.

Jónas hevur seinasta árið spælt við ÍBV í Íslandi, men hevur í kvøld skriva undir tvey ára sáttmála við B36.

B36 skrivar, at Jónas bleiv valdur til ársins leikara í felagnum í fjør, og felagið tá hevði gjørt avtalu um at Jónas spældi við høvuðsstaðarfelagnum í tvey ár afturat. Boð komu tó úr Íslandi, og Jónas valdi at royna tað. Nú er landsliðsbakkurin tó aftur í felagnum.