(Tingvarpið)

Jónleif um tunlarnar: - Millum vandamiklastu økir í landinum

Sverri Egholm

14.02.2018 - 19:48

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

- Sjálvur kenni eg nakað til viðurskiftini har norði, tí eg havi arbeitt har. Tað at koyra gjøgnum tunlarnar, eg vil siga, at tað er vandamikið.

Tað segði Jónleif Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, undir viðgerðini av uppskotinum um tunlarnar norður um Fjall í kvøld

- Eg havi arbeitt norðan fyri fjall í tveimum umførum. Frá 2004 til 2007. Tá (2004, red.) møtti man áleið tveimum til trimum bilum tá man koyrdi.

- Síðani kom eg norð aftur at arbeiða í 2013. Ferðslan var fleir, fleirfaldað. Og hetta her samspælið millum øktu ferðsluna og trongu tunlarnar ger, at hendan leiðin er millum vandamiklastu økir í landinum, segði tingmaðurin.

Jónleif Johannesen segði, at hann í øllum førum skuldi vera við til at viðgerða hetta í vælvild og finna eina breiða semju.

Les eisini: - Verður ikki bíðað eitt sekund afturat