Jonna Højsted við pakkum í Klædnabúðini í Skálavík, har Brynja Trondesen tekur ímóti

Jonna: - Orsaka meg. Men posturin má altso út

Snorri Brend

03.09.2014 - 16:55

Tíðindi > Mentan > Bygdamentan

Eitt av teimum fólkunum, sum fólk á Sandoynni fáa á gátt fleiri ferðir um vikuna, er Jonna Højsted.

Sum postboð hevur hon ábyrgdina av, at øll húsarhaldini í eysturbygdunum á Sandoynni fáa postin bornan út.

Og tað er eisini hennara uppgáva at tryggja, at fólk, ið hava tørv á at fáa heilivág, fáa hann stundisliga.

- Eg eri so at siga hvønn einasta seinnapart í Skopun eftir heilivági, ið verður sendur suður higar frá Apotekinum.

- Heilivágurin verður bílagdur um morgunin. Og so er tað mín uppgáva at bera fólki hann til dyrnar, greiðir Jonna frá.

Ein onnur uppgáva eru teir heldur størru pakkarnir, sum millum annað fara til Klædnabúðin hjá Brynju Trondesen í Skálavík.


TØMA POSTKASSAR
Jonna hevur áður arbeitt í peningastovni, men seinasta hálvaannað árið hevur hon starvast hjá Posta.

Dagur hennara byrjar annars árla, tí longu klokkan 6:45, tá Teistin fer fyrsta túrin til Gomlurætt, skal posturin úr oynni norður til Havnar.

- Ja, í morgun byrjaði eg longu klokkan trýkorter til seks við at tøma postkassarnar, og fáa allan postin umborð á ferjuna.

- Tað eru tríggir postkassar at tøma á Sandi og tveir í Skopun, greiðir Jonna frá.

Postur kemur eisini í Sandoynna. Tá hann er vorðin skildur sundur í bygdir og húski, verður lagt til brots við sjálvari útberingini.


FÓLKINI BÍÐA
Nakað út á fyrrapartin henda mikudagin í farnu viku, var Jonna komin við posti og pakkum til Klædnabúðina í Skálavík.

Við sær hevði hon fleiri pakkar við teimum seinastu mótaklæðunum frá Sisters Point, sum nú er komin við heystskrá síni allan vegin til eina av eysturbygdunum á Sandoynni.

Her verður tíðin ikki spilt burtur, tí fólk aðrastaðni í bygdini bíðaðu eftir brøvum og bløðum.

- Ja, posturin má út. Og so skjótt sum eg eri liðug her í Skálavík, gongur leiðin til Húsavíkar og Dals. Og so endar henda rutan á Skarvanesi, sigur Jonna, hvørs arbeiðsdagur plagar at enda um eitt-tíðina
.

- Nå, men orsaka meg. Eg má skunda mær víðari. Eg havi ikki tí at standa her og práta í allan dag. Posturin má út.