Jørðin gloypti frítíðarhúsi – 35 fólk sluppu út


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Erla Berghamar

13.08.2013 - 12:48

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Seint sunnukvøldið sakk ein partur av bygningunum á Summer Bay Resort í Kalifornia í eitt 18 metra breitt hol í jørðini.

Øll, sum hildu til í húsinum, sluppu út, áðrenn bygningurin í trimum hæddum raplaði niður í holið, skrivar CNN.

Summer Bay Resort er stutt frá Disney World, einar tíggju minuttir at koyra.

Ein av gestunum í niðurraplaða bygninginum segði, at hon sat í baðikarinum, tá tað brádliga fór at rørast. Hon fekk smoygt sær í einar stuttbuksur og slepti sær út.

Hon var ikki tann einasta, sum mátti lata allar ognir sínar verða eftir á gistingarhúsinum. Enn er óvist, um nakað fæst út úr húsatoftunum.

Eini hjún við einum smábarni greiddu frá, at tey máttu bróta eitt vindeyga og sluppu til rýmingar tann vegin, av tí at hurðarkarmurin var niðurdottin.

Tað er ikki óvanligt serliga í Florida, at slík hol taka seg upp undir jørð, skrivar CNN. Í februar hvarv ein maður í einum forstaði til Tampa úr sovikamarinum. Hann varð ongantíð afturfunnin. Í fjør doyði ein 15 ára gomul genta, tá bilurin hjá familjuni datt niður í eitt hol.


(Mynd: dailytelegraph)