Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Jørgen Niclasen: Hvør hevur likið trúnaðarupplýsingar?

Sverri Egholm

19.05.2017 - 18:05

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Tað kom sum í ein bumba, tá Fólka-, Sambands- og Miðflokkurin fyrr í dag løgdu misálitsváttan á løgmann, Aksel V. Johannesen. Miðflokkurin kærdi løgmann fyri landsstýrismálanevndina 17. januar 2017. Landsstýrismálanevndin hevur viðgjørt kæruna í fleiri umførum.

Les eisini: Misálit lagt fram á løgmann

Sambært gerðabókini fekk løgmaður niðurstøðuna frá landsstýrismannanevndina í dag, 19. mai.

Tað, sum undraði nógvar løgtingsmenn, var, hvussu tað bar til, at Eirikur Lindenskov, blaðstjóri í Sosialium, hevði niðurstøðuna hjá landsstýrismálanevndini í morgun – áðrenn løgmaður.

Eirikur Lindenskov hevði í grein á in.fo kl. 06.50 í morgun, har blaðstjórin endurgav niðurstøðuna hjá landsstýrismálanevndini.

Tí spurdi Jørgen Niclasen, formaður fyri Fólkaflokkin, Jógvan Skorheim, formann í landsstýrismálanevndini, um nevndin ætlaði at seta kanning í verk, ið hevði til uppgávu at kanna lekan.

Tí hvussu kundi Eirikur Lindenskov annars fingið niðurstøðuna?, spurdi hann.