Jørleif Kúrberg helt røðu til 1. maidagshald á Vaglinum í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

Jørleif Kúrberg lagt árarnar inn

Sverri Egholm

23.04.2018 - 23:03

Tíðindi >

Ein markant rødd er tagnað. Tað skrivar heimasíðan hjá Kyndli í minningarorðum um Jørleif Kúrberg, sum í gjár andaðist, 76 ára gamal.

Vit endurgeva her minningarorðini:

Jørleif Kúrberg hevur latið eyguni aftur fyri seinastu ferð eftir stutta sjúkralegu. Hann gjørdist 76 ára gamal. Um hvarvið fór hann at kalla um somu tíð, sum seinasta bríksl ljóðaði í Vestmanna sunnukvøldið eftir avgerandi finaluna millum kvinnuliðini hjá VÍF og Kyndli. Sjálvur var hann seinastu ferð í høll, tá kyndilsmenn vunnu steypakappingina á Hálsi 18. februar.

Løgið er ikki at skula síggja hann aftur í høllini, har hann mangan var til heimadystir hjá Kyndli, og har hann ikki óttaðist fyri at siga sína ærligu meining um spælið, um tað ikki gekk eftir vild. Hann kundi práta við øll, ungan sum gamlan. Hann dugdi sjáldsama væl at práta við tey ungu og at geva teimum góð ráð, tá tað var neyðugt.

Framvegis eru mong, sum minnast Jørleif sum ein litfagran málmann á besta liðnum hjá Kyndli í 60’unum og 70’unum. Litfagur er rætta orðið, tí ofta hoyrir tú fólk taka til gulu klæðini, hann plagdi vera í, tá hann stóð í málinum. Men hann var eisini litfagur í yvirførdum týdningi. Hann nærum undirhelt, tá hann stóð í málinum, og tað dámdi áskoðarunum.

Jørleif var í mong ár málmaður hjá Kyndli, men hann royndi seg eisini í bestu donsku deildini, har hann spældi við bæði Ajax og MK31 saman við donskum hondbóltsprofilum. Aftrat tí at spæla sjálvur tók hann sær av at venja bæði menn, kvinnur og ikki minst ungdómslið. Á tí økinum hevur hann dugnað Kyndli í mongum umførum.

Tá mansliðið hjá Kyndli í 1965 hevði verið meistari sjey ferðir síðan stovnanina í 1956, var hann venjari hjá liðnum. Tá helt hann, at stundin var komin at skaffa felagnum størri avbjóðingar, og málið gjørdist nú at fáa Kyndil í Evropa Cup.

Tiltikin er søgan um, tá Jørleif ringdi til danska blaðið, Berlingske Tidende, at biðja um telefonnummarið hjá altjóða hondbóltssambandinum, IHF. Berlingske Tidende skilti, at her var ein søga, og skrivaði grein um, at føroyingar nú vildu sleppa at royna síni hondbóltskynstur úti í heimi.

Telefonupppringingin setti gongd í eina longri telving, tí fyrsta spontana svarið frá aðalskrivaranum í danska hondbóltssambandinum, DHF, var, at bara eitt lið kundi umboða somu tjóð í Evropa Cup, og hetta liðið var danska meistaraliðið og ikki tað føroyska. Hetta helt ikki Jørleifi og teimum aftur, og teir fingu ÍSF upp í leikin.

ÍSF fór víðari við málinum, og endin gjørdist, at Føroyar fingu fyribils limaskap í IHF. Hetta var beinleiðis orsøkin til, at mansliðið hjá Kyndli sum fyrsta føroyska felagið í nakrari ítróttagrein slapp at spæla Evropa Cup-dystir. Dystirnir vóru í 1972 í høllini á Hálsi ímóti finska meistaraliðnum. Endaligi limaskapurin í IHF fekst til høldar í 1974.

Ongantíð var keðiligt at vera saman við Jørleifi. Í skiftingarrúminum undan dysti og eftir vunnan dyst kundu søgurnar vera nógvar. Eisini kundi hann spontant koma inn á gólvið privat, har hann aftur við einum drekkamunni dugdi at undirhalda upp á sín máta. Júst hesa gomlu føroysku siðvenjuna at vitja fólk dugdi Jørleif at halda í hevd. Mong eru honum takksom fyri tað.

Fólk, sum Jørleif hevði hitt á yngri árum, vitjaðu ofta Thoru og Jørleif, tí hann dugdi sjáldsama væl at skapa vinarbond. Onkur plagdi at taka til, at hitti tú ein dana ella annan útlending, sum kendi ein einasta føroying, so gitti tú oftast rætt, um tú segði, at tann føroyingurin var Jørleif Kúrberg.

Nú er Jørleif farin, haðani ikki vendist aftur. Kyndilsmaður vitjaði hann á Landssjúkrahúsinum so seint sum leygardagin, og tá var hann veikur. Men eitt smíl legðist um hansara varrar, tá grøni felagsliturin lýsti upp á sjúkrastovuni.

Vit drýpa høvur í sorg um, at Jørleif er farin. Okkara tankar eru við tykkum, ið eftir sita. Nú tyntist heldur nógv í tí framfýsna skara, sum legði grundarlagið undir Kyndil, men aftur sprettur á fold og spírar, og líðir grønkast. Takk fyri alt, tú gavst okkum, góði Jørleif!

Ærað veri minnið um vinin og undangongumannin, Jørleif Kúrberg!

Kyndil