Jose Mourinho (Mynd: EPA)

Jose Mourinho umhugsar Paris Saint-Germain

Ari av Rana

12.11.2017 - 17:54

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Portugisiski venjarin hjá Manchester United, Jose Mourinho, er ikki nøgdur við viðurskiftini í felagnum. Venjarin hevur havt trupulleikar við partar av fjepparunum í felagnum, og serliga er hann ónøgdur við støðuna í samband við spælarakeyp.

Sambært fleiri miðlum hevur Mourinho fingið at vita, at hann ikki fær fleiri pengar til keyp av spælarum, fyrrenn hann hevur selt leikarar. Men serliga er tað miseydnaða royndin í summar at keypa Inter Milan leikaran Ivan Perisic, sum Mourinho er ónøgdur við.

Hesir trupulleikarnir, saman við vánaligu útlitini at vinna Premier League, nú tað gongur so væl hjá grannunum í Manchester City, gera, at Jose Mourinho umhugsar sína støðu í felagnum.

Miðlar vilja verða við, at Paris Saint-Germain eru sera áhugaðir í at lokka Jose Mourinho til felagið. Megnar PSG venjarin Unai Emery ikki at vinna PSG sítt fyrsta Champions League steyp í mai, ætla teir at skifta hann út við Mourinho.

Mourinho hevur fyrr vunnið portugisisku, ensku, italsku og sponsku deildirnar, og kundi hugsa sær at lagt fronsku deildina afturat hesum listanum.