Tey leita framvegis eftir líkinum av Kim Wall (Mynd: EPA)

Journalisturin doyði av vanlukku umborð á kavbátinum

Ingi Samuelsen

21.08.2017 - 11:41

Tíðindi > Tíðindi > Danmark

Eigarin av kavbátinum Nautilus, Peter Madsen, hevur viðgingið, at 30 ára gamli svenski journalisturin, Kim Wall, doyði orsaka av vanlukku umborð.

Hetta er komið fram, eftir at býarrætturin í Keypmannahavn nú hevur slept einun parti av kravinum um afturlatnar hurðar.

Peter Madsen hevur greitt rættinum frá, at hann hevur ”jarðað” kvinnuna til havs úti í Køge Bugt, upplýsir løgreglan í Keypmannahavn.

Skuldsetingin um dráp er framvegis galdandi, verður lagt afturat, men løgreglan vil ikki gera fleiri viðmerkingar til málið, tí tað framvegis er fevnt av ávísum kravi um afturlatnar hurðar, skrivar Danmarks Radio.

Bæði svenskir og danskir myndugleikar hava greinað hvussu kavbáturin sigldi í Køge Bugt og Oyrasundi, og fríggjadagin vóru kavarar á leiðini og leitaðu.

Leitingin eftir kvinnuni heldur fram í dag, har brúkt verður eitt serligt far, ið kann leita eftir líkum við hjálp av sonar.

Peter Madsen greiddi upprunaliga frá, at hann hevði sett 30 ára gamla journalistin í land á Refshaleøen, men varð seinni skuldsettur fyri dráp. Tað er eisini staðfest av politinum, at kavbáturin varð søktur við vilja.