Julian Assange (Mynd: EPA)

Julian Assange fær ikki loyvi at vitja lækna



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

14.02.2018 - 12:24

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Wikileaks-stovnarin, Julian Assange, fær ikki loyvi at traðka út um sendistovuni hjá Ekvador í London. Tað staðfesti bretskur dómstólur.

46 ára gamli Assange, sum m.a. stendur handan einum leka av loyniligum skjølum hjá amerikanska herinum, hevur verið á sendistovuni síðani 2012.

Fyri fáum vikum síðani var lækni og sálarfrøðingur og kannaðu heilsustøðuna hjá Julian Assange. Tey søgdu bæði, at tað var av átrokandi týdningi, at Assange fekk læknahjálp.

Men nú hevur dómstólurin enn einaferð staðfest, at fer Assange úr sendistovuni, verður hann handtikin.

Hetta er næstu ferð innan tvær vikur, at dómstólur staðfestur handtøkuboðini.

Assange óttast fyri, at hann verður sendur til Svøríki, verður hann handtikin, tí at hann har er ákærdur fyri neyðtøku. Men verður hann útflýggjaður til Svøríki, verður hann møguliga sendur víðari til USA, har hann er ákærdur fyri at hava deilt loyniligum skjølini hjá amerikanska herinum.