Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Jupiter landar í Fuglafirði



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

22.06.2018 - 11:17

> Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Jupiter kom á Fuglafjørð í gjár, har teir skulu landa. 

Jupiter hevur fiskað norðanfyri í Føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið smáligur.

Upplýst verður, at teir hava umleið 1300 tons av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til fóður.

Tá ið Jupiter kom á Fuglafjørð í gjár, landaði Borgarin, og Jupiter mátti tí bíða.