Løtan tá Pablo Dybala trygt setti sigursmálið inn á Wembley

(Mynd: EPA)

Juventus koppaði Tottenham á Wembley

Agnar Frederiksen

07.03.2018 - 22:06

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Báðir dystirnir í Champions League í kvøld vórðu leiktir á enskari jørð. Og í báðum førum tapti enska liðið. Basel vann 2-1 í Manchester, men tað bilti einki fyri City,  ið er trygt víðari samanlagt. Men Tottenham misti leiðsluna ímóti rutineraða Juventus, ið vann 2-1, og harvið sendi Totteham út.

Tað vóru kynisman og royndirnar, ið sigraðu á Wembley. Tottenham hevði eitt gott útgangsstøði frá dystinum í Torino, og kom eisini á odda í kvøld, men Juventus fekk vent tí.

Tað endaði 2-2 í Italia fyri tveimum vikum síðani. Tað var Tottenham sum sat á tí mesta í fyrra hálvleiki í kvøld, og Juventus hevði trupult við at hótta heimaliðið. Stutt fyri hálvleik legði Heung-Min Son Tottenham á odda eftir eitt vælspælt álop. Juventus skuldi tískil hava tvey mál, men ikki nógv bendi á hetta. Útiliðið kom ikki til nógv eftir steðgin, og Tottenham tyktist at hava tamarhald á støðuni. Men so vendi Juventus øllum á høvið. Fyrst var Gonzalo Higuain knappur, tá ein bóltur stakk til hann í brotssteiginum. Áleyparin javnaði í 64.minutti, og bert tríggjar minuttir seinni sendi Higuain landsmannin, Pablo Dybala, avstað í dýbdina. Einsamallur við málverjanum var hann tryggur, og so var 2-1 til Juventus.

Nú var tað Tottenham, ið skuldi jagstra, og heimaliðið fekk eisini lagt eitt trýst á. Tað gjørdist eisini vandamikið nakrar ferðir, har millum annað Christian Eriksen skeyt beint framvið, og Harry Kane stútaði bóltin á stongina, har bólturin so dansaði eftir strikuni eftirfylgjandi. Til endans sigraði Juventus, eftir at hava verið niðri í sekkkinum. Reint leikliga var Tottenham omaná yvir tveir dystir, men liðið ið hevur verið í Champions League finaluni tvær ferðir seinastu trý kappingarárini, vísti sína styrki og rutinu og "sníkti" seg víðari á typiskan italienskan hátt. Hinvegin stórt skuffilsi fyri Tottenham ið er fyrsta enska liðið, ið er sligið út av Champions League.  

Manchester vann heili 4-0 á útivølli ímóti Basel, og harvið var ikki nógv at spæla um í kvøld. Men Basel skapti eina lítla sensatión, og gjørdist fyrsta liðið í ár, ið basti City á Etihad. Oddaliðið í Premier League spardi leikarar sum Ederson, Walker, Otamendi, De Bruyne, David Silva og Aguero. Gabriel Jesus legði tó heimaliðið á odda í 8.minutti, men tíggju minuttir seinni javnaði norðmaðurin, Mohammed Elyounoussi fyri Basel. Dysturin varð avgjørdur tjúgu minittur fyri tíð, tá Micheal Lang skoraði. Hann gjørdist eisini matchvinnari í dystinum ímóti hinum Manchester-liðnum í bólkaspælinum.

Sostatt endaði tað 5-2 samanlagt, og Manchester City er ein av stóru favorittunum at vinna Champions League.

Tottenham - Juventus 1-2(3-4 samanlagt)

Manchester City - Basel 1-2(5-2 samanlagt)

Í komandi viku verða seinastu fýra áttandapartsfinalurnar avgjørdar.