Heidi Sevdal javnaði fyri HB tá fáir minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)

Kærkomin sigur til HB kvinnurnar móti EBS/Skála

Sverri Egholm

21.05.2018 - 15:06

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Hóast tað leingi bendi á javnleik, so megnaði HB í tíðini, sum varð løgd afturat, at leggja seg á odda 2-1, og harvið vinna oddabraki í Gundadali móti EBS/Skála.

Kærkomin sigur tí hitt oddaliðið, sigursvandu kvinnurnar úr KÍ, vunnu sín dyst móti B36 heili 6-0.

Tað var annars EBS/Skála, sum legði seg á odda fyrst eftir at góðir 20 minuttir vóru leiktir við máli frá Birnu Mikkelsen. Útiliðið royndi at trýsta, og hevði eisini stóran part av spælinum, men tær fingu einki burturúr, og støðan var 1-0 í hálvleikinum.

Lítla løtu inni í seinna hálvleiki slapp Heidi Sevdal leys við bóltinum í brotsteiginum hjá útiliðnum, og kundi smekka bóltin í netið til 1-1.

Restina av dystinum leikaði javnt á, og bæði liðini høvdu stórar málmøguleikar. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, fekk HB fríspark uttanfyri brotsteigarmarkið, og tað endaði við, at Lea Hansen skoraði sigursmálið til 2-1.

Sera kærkomin trý stig hjá høvuðsstaðarfelagnum, sum saman deilir fyrsta plássi í Betri deildini hjá kvinnum saman við KÍ.

HB - EBS/Skála
23’ Birna Mikkelsen 0-1
52’ Heidi Sevdal 1-1
92+’ Lea Hansen 2-1

KÍ - B36 (6-0)
8’ Rannvá Andreasen 1-0
11’ Katrina Akursmørk 2-0
16’ Maria Thomsen 3-0
45’ Evy á Lakjuni 4-0
55’ Rannvá Andreasen 5-0
64’ Evy á Lakjuni 6-0

B36 - ÍF/Víkingur (Byrjaðu kl. 15:00)


Støðan
1. KÍ (21 stig)
2. HB (21 stig)
3. EBS/Skála (18 stig)
4. ÍF/Víkingur (6 stig)*
5. B68 (1 stig)*
6. B36 (1 stig)

*Ein dyst færri


Sí eisini: Myndir: HB - EBS/Skála