Mynd: Mbl.is

Kært dómin til hægstarætt

Sverri Egholm

09.10.2017 - 16:22

Tíðindi > Ísland

Grønlendski maðurin, sum síðsta mánaða fekk 19 ára langa fongsulsrevsing fyri drápið av íslendsku Birnu Brjánsdóttir noktar seg sekan, og hevur kært dómin til íslendska hægsta rættin.

Tað skrivar Sermitsiaq.ag.

30 ára gamli maðurin er eisini dømdur fyri at smugla 20 kilo av rúsevni umframt endurgjald til foreldrini hjá Birnu Brjánsdóttir.

Hvarv eftir ein túr í býnum
Tað var 14. januar í ár, at Birna Brjánsdóttir hvarv eftir ein túr í býnum í Reykjavík.

Seks dagar eftir varð líkið funnið við sjóvarmálan nakað uttanfyri íslendska høvuðsstaðin Reykjavík. Dagarnar eftir, at hon hvarv, vórðu grønlendski Thomas Møller Olsen og ein annar av manningini umborð á trolaranum Polar Nanoq handtiknir.

Annar maðurin varð leyslatin, men 30 ára gamli maðurin hevur sitið í varðhaldið síðani 18. januar.