Kafékvøld við Tóroddi Poulsen á bókasavninum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

10.05.2017 - 19:56

Mentan > List > Bókmentir

Komandi týskvøld skipar Býarbókasavnið í Havn fyri kafékvøldi, har Tóroddur Poulsen verður gestarithøvundur.

Tóroddur Poulsen, skald og fjøllistamaður v.m., býr í Danmark, og tí er hetta eitt serstakt høvi hjá føroyingum í Føroyum at hoyra hann lesa upp sínar egnu yrkingar og práta um ymiskt, sum upptekur hann í hansara virkna og fjølbroytta listaliga virksemi.

Arnbjørn Ó. Dalsgarð, býarbókavørður, verður vertur vertur á kvøldinum, ið er ókeypis.