(Mynd: sunda.fo)

Kaffistova í Dúvugørðum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

19.06.2017 - 13:32

Tíðindi > Norðstreymoy - Saksun

Í farnu viku lat upp nýggj kaffistova í Dúvugørðum í Saksun. Heimasíðan hjá Sunda kommunu skrivar, at í fyrstu syftu er kaffistovan opin allar seinnapartar, og annars eftir avtalu.

Tað eru Katrin Dalsgaard Nolsøe og Alda Magnussen, sum hava latið hugnaligu kaffistovuna upp. Ætlanin er, at selja kaffi, te, køkur og so møguliga okkurt smávegis ábit har dentur verður lagdur á, at nýta vørur úr nærumhvørvinum.

Afturat hesum vera smærri konsertir og tiltøk í hølunum. Um mánaðarskiftið verður skipað fyri hugnakvøldi.

Umframt kafe virksemi er eisini søluframsýning av málningum, myndum og heimavirki, ið seta dám á kaffistovuna. Við á søluframsýningini eru: Gvøðny Maria Áarstein, málningar, Elisabeth í Gong, bundnar troyggjur, Nils Fríðheim, tekningar, og onnur.