Fyrrverandi løgmaðurin prátar her við helst komandi løgmann, Aksel V. Johannesen eftir at endaliga valúrslitið varð kunngjørt (Mynd: Jens Kr. Vang)

Kaj Leo: Eg leggi frá mær fyri at virða valúrslitið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Marin Eidesgaard

02.09.2015 - 17:20

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

- Tað er við virðing fyri valúrslitinum, at eg leggi frá mær sum løgmaður. Andstøðan vann, og samgongan tapti, og tí taki eg hesa avgerðina, sigur Kaj Leo Holm Johannesen við Kringvarp Føroya.

- So kann Aksel royna at skipa eina samgongu, og hann hevur fingið at vita, at Sambandsflokkurin er til reiðar at taka ábyrgd av landinum við Aksel sum løgmanni. Vit arbeiða fyri at sleppa upp í eitt nýtt landsstýri beint nú, sigur hann.

Kaj Leo Holm Johannesen ætlar ikki at leggja frá sær sum formaður í Sambandsflokkinum.

- Eg tæni flokkinum og verði sitandi sum formaður í Sambandsflokkinum, til feløgini halda, at onkur annar megnar starvið betur. 

Í morgin verður formannsrunda, og tað verður allarhelst Aksel V. Johannesen, ið leiðir samgongusamráðingarnar frá í morgin.