Kaj Leo Holm Johannesen til dyst í Sarpugerði síðsta kappingarár (Mynd: Jens Kr. Vang)

Kaj Leo nú formaður í HB



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

01.02.2017 - 00:06

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður, er nýggjur formaður í Havnar Bóltfelag. Tað er greitt eftir aðalfundin í felagnum í kvøld, har val av formanni var á skránni.

Tað skrivar nordlysid.fo.

Nýggi formaðurin í felagnum hevur drúgvar royndir sum fótbóltsleikari, og var í síni tíð millum bestu málverjar í landinum.

Kaj Leo tekur við eftir Finnboga Arge, sum eftir fleiri ár sum formaður takkar fyri seg.

Tað eru ikki nógv ár síðani hann seinast stóð í málinum fyri HB. Tá var tað fyri næstbesta liðið hjá teimum reyðu og svørtu í Gundadali. Niðanfyri er leinki til videobrot frá 2014.

Video: Løgmaður aftur sum málmaður í 1. deild