Kaj Leo og Jógvan høvdu gullring við til drotningina

Ingi Samuelsen

16.04.2015 - 09:30

Tíðindi > Danmark

Almenna 75 ára føðingardagsgávan frá Føroya Landsstýri og Føroya Løgtingi til Margretu drotning var hesin gullringurin við føroyskum basalti sum ”perlu” .

Í sambandi við at løgmaður og løgtingsformaðurin vóru bodnir til gallateffel á Christiansborg slotti í gjárkvøldið, varð avgjørt at koma ein eini felags gávu.

Tað er føroyski sniðgevin Turid Nolsøe Mohr, sum hevur evnað vakra ringin, sum er gjørdur burtur úr 18 karat gulli við føroyskum basalti.