(Mynd: Jens Kr. Vang)

Kaj Leo vil hava eykajáttan til MR-skannara



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

12.02.2018 - 17:21

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Heilsuverk (fyristingarligt)

Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður, hevur skotið upp, at løgtingið letur eina eykajáttan á 1,6 mió. kr. til Landssjúkrahúsið til MR-skannara. Eykajáttanin skal tryggja, at MR-skannarin kann brúkast hvønn dag.

Kaj Leo sigur, at við eykajáttanin fer at verða gjørligt at nýta MR-skannararn meira, so at bíðilistin verður styttri hjá teimum, sum hava tørv á skjótari sjúkraviðgerð.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur sagt, at skannarin verður brúkt so nógv sum starvsfólkaorka er til, og at skal hann brúkast meira, er neyðugt við hægri játtan til sjúkrahúsverkið, ella er neyðugt at umraðfesta virksemið.

Skal MR-skannarin brúkast hvønn gerandisdag, skulu tveir radiograf-ársverk setast afturat. Hetta kostar áleið eina millión krónur um árið, sambært Sirið Stenberg. Harumframt fer tað at kosta meira at gera myndagreiningar, um fleiri kanningar verða gjørdar. Slíkar greiningar verða keyptar frá serfrøðingum uttanlands, skrivar KVF.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur í uppskotinum, at arbeiðir MR-skannarin fimm dagar um vikuna, verður eykakostnaðurin fyri myndagreiningar uml. 600.000 krónur.