Kaldbaksfólk meldað høvuðsstaðarkommununa til løgregluna



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

11.10.2017 - 16:22

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Kommunalpolitikkur

Undir yvirskriftini “Tórshavnar kommuna fremur lógarbrot” boða limir í Kaldbaksnevndini og í áhugabólkinum í Kaldbak frá, at teir hava meldað høvuðsstaðarkommuna til løgregluna.

- Tórshavnar kommuna letur gravimaskinur og lastbilar, sum arbeiða fyri kommuna, koyra mold á sjógv í stórum nøgdum á Sundi. Henda framferðin hjá kommununi er brot á løgtingslóg nr. 77 frá 1984, og tí hava limir í Kaldbaksnevndini og áhugabólkinum í Kaldbak meldað framferðina til løgregluna í tveimum umførum.

- Moldin er koyrd á sjógv við Sundsá og eystanfyri ánna. Fólk í Kaldbak vóru varug við lógarbrotið tíðliga í heyst og aftur 30. september varð nógv mold koyrd á sjógv. Tá varð hendingin meldað. So mikið nógv mold varð koyrd á sjógv, at fólk vóru varug við flótandi runu við bátahylin í Kaldbak á norðara armi á Kaldbaksfirði.

- Aftur seinastu dagarnar er nógv mold og eyrur koyrt a sjógv, og fyrradagin varð lógarbrotið aftur meldað. Hóast lógarbrotið er meldað til løgregluna, tykist sum um mold og eyrur framvegis verður koyrt á sjógv, stendur í fráboðanini.

- Náttúrufrøðingar siga, at tað kann vera til ampa fyri skeljadjór og hummarar á fjørðinum, tá mold verður koyrd á sjógv í stórum nøgdum. Kaldbaksfjørður er ein av firðunum, har loyvi er at fiska hummara, og har hummararúsur regluliga verða settar, skriva tey.