(Tekning: Archie Black)

Kálv Lítla at væta kræsnar gómar á Sandi




Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

28.09.2017 - 09:38

Mentan > Lívsstíls- & brúkaraevni > Matur & matgerð

Tá borðreitt verður til ein serligan heystdøgurða leygarkvøldið heima á Sandi, í sambandi við Eplafestivalin har, verður møguleiki at smakka eina serstaka úrvalsøk, ið er bryggja, serliga til tiltakið.

Tað er nýhugsarin Jóhann Mortensen, sum hevur tikið stig til at fáa hesa øl bryggjaða í samstarvi við Føroya Bjór í Klaksvík. Kálvur Lítli er heitið á ølini.

Jóhann hevur verið úti í náttúruni í Sandoy og heinta urtir, hvørs smakkir eru settir til serølina, ið verður lýst sum ein løtt myrk øl. Planturnar, ið eru tilsettar, eru fleiri, men serliga er tað røllika, ið hevur ein heldur beiskan smakk, og so kamilla, ið uppvigar beiskleikanum frá røllikuni við søtleika, greiddi Jóhann Mortensen frá í sendingini Góðan Morgun Føroyar í útvarpinum í morgun.

Kálvur Lítli er framleiddur í avmarkaðari nøgd í stórum 2 liturs fløskum. Archibald Black, listamaður úr Klaksvík hevur gjørt etikettina. Hon er ein andlitsmynd av Kálvi Lítla, sum listamaðurin ímyndar sær, at hann hevur sæð út.

Døgurðin leygarkvøldið, nevndur heystgildið, er eitt serliga tiltak á Eplafestivalinum, har Gutti Winther, kokkur, fer at borðreiða eina máltíð við nýflettum lambskjøti av Sandi og urtum, ið allar eru framleiddar í nærumhvørvinum. Ølin, Kálvur Lítli, er framleidd ætlað til at hóska væl til lambskjøtið, ið Gutti skal matgerða.

Kálvur Lítli er (illa) gitin persónur í Sandoyar søgu, sum livdi í 14. øld. Hann var prestur heima á Sandi – tann seinasti av teimum katólsku –, og var sagdur at vera herviliga grammur og ein rættur óflýggjakroppur. Kálvur Lítli goymdi kjøt og mat í einum gróthúsi, ið hann lat byggja úti á Presthólmi á Sandsvatni.