Stóur enskur fagnaður eftir avgerandi og forloysandi málið í yvirtíðini

(Mynd: EPA)

Kane bjargaði Onglandi í yvirtíðini

Agnar Frederiksen

18.06.2018 - 20:01

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tað verður altíð hugt við spenningi eftir Onglandi, tá fótbóltsins móðurland spælir í einum endaspæli. Í kvøld var fyrsti dysturin hjá “Three Lions” í Russlandi. Tunesia var mótstøðuliðið hjá leyvunum í Volgograd. Tað sá sera gott út at byrja við hjá Onglandi, men tað helt hart, og dysturin var ikki avgjørdur fyrenn í yvirtíðini.

Ongland legði út sum eitt óløgi í Volgograd. Tunesia hevði stórar trupulleikar við at fylgja við fyrstu løtuna. Næstan beinanvegin hevði Ongland ein dupultan risamøguleika, og liðið hjá Gareth Southgate var ágangandi og spældi við høgari leikferð. Tað lá í luftuni at Ongalnd fór at skora, og eftir tíggju minuttir kom leiðslumálið. John Stones steig hægst eftir hornaspark úr vinstru, tunesiski málverjin stórbjargaði, men Harry Kane var fyrstur á returbóltinum. 1-0 og liðformaðurin og hansara lið í gongd.

Ongalnd helt á við at hava yvirvág, men megnaði ikki at økja um munin. Ístaðin kom útjavandi málið knappliga. Tíggju minuttir fyri hálvleik kom eitt innlegg úr høgru, Kyle Walker svingaði óneyðuga nógv við arminum, og so var brotsspark. Hóast Jodan Pickford fekk hondina á, so fór brotsparkið hjá Ferjani Sassi í netið. Ongland svaraði skjótt aftur eftir váta vøttin, men hóast góðar møguleikar til Jesse Lingard og aðrar so var 1-1 í hálvleikinum.

Enska liðið kom ikki eins væl út til 2.hálvleik sum til fyrra. Tunesia var betri skipað, leikararnir arbeiddu hart, og tað komu fáir møguleikar. Ongland royndi og royndi, men fekk ikki av álvara lagt eitt tungt trýst og skapt opnar møguleikar. Southgate roydi at loysa støðuna við at seta Marcus Rashford og Ruben Loftus-Cheek á vøllin fyri Raheem Sterling od Dele Alli.

Tunesia hevði bert tað eina skotið uppá mál í dystinum, men tað var næstan nóg mikið til at fáa eitt stig. Í yvirtíðini var tað tó liðformaðurin, ið tryggjaði Onglandi øll trý stigini. Harry Maguire fekk snittað eitt hornasparksinnlegg úr høgru víðari, Kane stóð púra fríur við aftaru stong, og hann stútaði bóltin væl í nærmata horn. Kane hevði annars, eins og flestu onglendingarnir, verið rlættliga anonymur, men nú sló hann til, tá tað veruliga var brúk fyri tí. Tvífaldur málskjútti í sínum fyrsta HM-dysti og Ongland vinnur fyrsta dystin til eitt HM-endaspæl; nakað sum ikki hendir ofta.

Fyrr í dag vann Belgia 3-0 á Panama, so í bólki G er støðan sum væntað eftir 1.umfar.

Tunesia – Ongland 1-2(1-1)