Noreg: Kann ikki flettast – er alt ov geislavirkin

Snorri Brend

21.10.2014 - 16:51

Tíðindi > Seyðahald

Eitt summar og eitt heyst við góðum soppavøkstri hevur gjørt sítt til, at ein stórur partur av norska seyðinum ikki kann flettast nú.

Orsøkin til hetta er, at ov nógvur radioaktivitetur – geislavirkni – er mált í teimum.

Norska tíðindastovan NTB sigur, at ein í heyst hevur upplivað eina stóra øking í talinum av hagapørtum, hvørs eigarar hava fingið forboð at slakta teir.

Í fjør vóru bert tveir hagapartar, sum fingu eini slík boð, tí ov nógv geislavirkni var mált í økinum.

Í ár er talan um samfullar 69 bøndur, sum hava fingið forboð at fletta seyðin.

Fleiri staðni eru máldar nøgdir sum svara til 4500 becquerel fyri hvørt kilo av seyðakjøti.

Hetta virðið er sjey ferðir hægri enn loyva markið fyri seyðakjøt ið kann seljast. Hægsta virðið er annars 600 becquerel fyri hvørt kilo.